Republikanski flokkurin hjá Donald Trump, forseta, megnaði at varðveita meirilutan í Senatinum á spennandi miðskeiðisvalinum í USA í gjár. Seinastu tølini vísa, at Republikananararnir hava 51 sessir í Senatinum og Demokratarnir 43, meðan tað enn er óissa um teir seinastu seks.
35 av teimum 100 sessunum í Senatinum stóðu fyri vali, og alt bendir á, at Republikanararnir fara at vinna senatsvalið greitt, tí tað longu nú er greitt, at Republikanararnir hava vunnið tríggjar av sessunum, sum demokratar sótu í frammanundan. Talan er um Indiana, North Dakota og Montana, og fleiri kunnu koma, skrivar Danmarks Radio í morgun.
Eitt av mest umrøddu stríðunum á senatsvalinum er í statinum Texas, har tan konservativi senatorurin og forsetavalevnið, Ted Cruz, fekk harða mótstøðu av vinstravenda demokratinum, Beto O’Rourke. Men Ted Cruz varðveitir sessin við einum lítlum meiriluta.
Demokratarnir vunnu "the House"
Frammanundan var størri spenningur um úrslitið í undirhúsinum í Kongressini, Umboðsmannatinginum. Hetta tí, at tað var her, sum demokratarnir høvdu størri møguleika at vinna meirilutan frá republikanarunum.
Og fyribils bendir alt á, at Demokratarnir fingu eitt gott val.
Tey skulu taka tilsamans 23 sessir frá Republikanarunum fyri at vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum, og demokratarnir hava tikið 24 sessir, sum Republikanararnir áttu frammanundan. Samstundis liggja demokratarnir á odda í týðandi valumdømum, har úrslitið ikki er greitt enn.
So alt bendir á, at Demokratarnir vinna meiriluta í Umboðsmannatinginum.
Týðandi sigrar til republikanararnar
Eisini var val av 36 guvernørum í gjár.
Í høvuðseitum hava Demokratarnir fyribils vunnið fimm statir frá Republikanarunum, meðan flokkurin hjá Trump hevur vunnið nakrar týðandi sigrar, skrivar dr.dk.
Frammanundan var serligur spenningur um valini í Florida og Georgia, har demokratar bjóðaðu týðandi republikanarum av. Republikanararnir standa tó at vinna í báðum statunum.
Í Florida hevur tann ungi, litti demokraturin, Andrew Gillum, ásannað ósigurin í stríðnum móti trúgva Trump-stuðlinum, Ron DeSantis, og í Georgia lá eitt annað litt valevni, Stacey Abrahams, væl aftan fyri republikanaran, Brian Kemp.
Miðskeiðisvalið hevur verið ein fólkaatkvøða fyri ella ímóti Trump forseta, sum á Twitter longu hevur kallað úrslitið eina ”fantastiska succes”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald