Innanlands

Sagulagið í Tjørnuvík endurreist

Varð brúkt til at saga rekavið

(Mynd: sunda.fo)

(Mynd: sunda.fo)

2018-10-22 08:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt gamalt sagulag, sum stóð nærhendis bygdarhúsið í Tjørnuvís, er nú endurreist, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu.

Sagulagið í Tjørnuvík er eitt tað elsta í landinum,og bleiv tað brúkt av monnum at saga rekavið. Sagulagið varð brúkt líka fram til 1969. 

Í ár hevur kommunan endurreist sagulagið og sett upp kunnandi skelti, soleiðis, at til ber at kunna seg um hvussu tað varð brúkt. Upprunasagin er enn til, men verður í løtuni varðveitt sum privat ogn. Sjálv sagin stendur tí ikki í sagulagnum. Kommunan fegnast um at hava verið við til at varðveita sagulagið, sum er partur av ríka mentanararvinum í Tjørnuvík, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu.

[object Object]
Gamla sagulagið í Tjørnuvík varð brúkt heilt fram til 1969 (Mynd: sunda.fo)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder