Innanlands

Sálarliga heilsan hjá teimum ungu á breddanum í Sunda kommunu

Kommunan greiddi teimum ungu frá hvussu ein kann røkja sína sálarliga heilsu

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2018-10-17 12:21 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinasta vika varð av Fólkaheilsráðnum útnevnd til at verða vikan har ljós varð varpað á átakið ABC-fyri sálarliga heilsu.

Sunda kommuna hevur verið partur av hesi verkætlan frá byrjan av og í síðstu viku varð vitjað á hádeildini í Skúlanum við Streymin. ABC-samskiparin hjá kommununi greiddi teimum ungu frá hvussu ein kann røkja sína sálarliga heilsu og eisini vóru onkrir filmar vístir.

ABC fyri sálarliga heilsu snýr seg um, at tú við at fylgja boðskapinum A) ver virkin, B) ver saman og C) ver hugbundin, kanst betra um sálarligu heilsuna.

Evnið er viðkomandi fyri øll, bæði stór og smá og fólk við ella uttan sálarligar trupulleikar. Tað snýr seg um at gera nakað, fyri at varðveita og betra um góða sálarliga heilsu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder