Innanlands

Sam byrjar aftur at sigla eftir ferðaætlan í morgin

Dokkingin av Sam hevur drigið út

Mynd: SSL

Mynd: SSL

2018-11-26 11:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sam skuldi eftir ætlan verða á beding til umleið 16. November, men arbeiðið hevur drigið út. Nú boðar Strandferðslan frá, at gongur alt eftir ætlan, siglir Sam eftir ferðaætlan aftur í morgin.

Dokkingin dró út, tí at teir lutirnir, sum Sam manglaði, máttu serframleiðast. Boðað varð tá frá, at gekk alt eftir ætlan, var Sam liðugt umvældur 23. november, og fór í sigling aftur 24.

Strandferðslan sigur nú, at Sam eftir ætlan er aftur í vanligari sigling í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder