
Eitt av stóru nøvnunum á Voxbotn 2020 sum verður í annaðkvøld, plátuvendarin Sam Feldt, hevur meldað avboð. Ætlanin var, at niðurlendingurin skuldi enda ballið, men tað verður av ongum.
Hann varð innlagdur í síðstu viku, og er enn ikki nóg birgur at framføra í Vágsbotni, boðar hann frá í einari videoupptøku, sum er løgd á Facebooksíðuna hjá Voxbotn.
Fyri Sam Feldt kemur Marius Ziska, sum seinastu árini hevur verið ein væl umtóktur harri í føroyskum tónleiki.
Tað hevur við sær at skráin er broytt eitt sindur. Signar & John sum áður skuldu spæla á Effo-pallinum kl. 20.45 verða fluttir til klokkan 01.15. Marius Ziska spælir klokkan 20.45 á Effo-pallinum, og ístaðinfyri at Sam Feldt endar veitsluna fríggjakvøldið, verður tað rappur úr Swangah sum fær høvi at seta punktum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald