Innanlands

Sam siglir farmatúrarnar á Nólsoyarleiðini

Tveir farmatúrar verða gjørdir um vikuna, meðan Ternan er á beding

2019-04-10 08:27 Author image
Ari av Rana

Meðan Ternan er á beding siglir Sam farmatúrar á Nólsoyarleiðini.

Sam fer at sigla farmatúrar tvær ferðir um vikuna. Hetta verður týsdagar og hósdaga. Fráferðir kl. 11.15 úr Tórshavn og 12.15 úr Nólsoy.

Strandferðslan skrivar, at lýst verður nærri, um veðrið ávirkar siglingina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald