
Bæði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Helgi Abrahamsen, nú fyrrverandi landsstýrismaður, ásanna, at flokkur teirra við landsstýrisrokaduni í dag, nú av álvara er farin undir at fyrireika seg til komandi løgtingsval.
Helgi Abrahamsen, sum fyrr hevur tikið sær av organisasjónini í Sambandsflokkurin, fær nú til uppgávu at aktivera marknaðarføra flokkin, aktivera lokalfeløgini og tingbólkin.
Tí hann yvirtekur nú uppgávuna hjá nýggja landsstýrismanninum sum tingbólkaformaður.
Í staðin hevur Bárður á Steig Nielsen útnevnt Magnus Rasmussen úr Lamba, festibónda og fyrrverandi borgarstjóra í Runavíkar kommunu í sessin sum landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum.
Og mest átrokandi málini at fáa í gjøgnum, er málið viðvíkjandi gongd í haga og ætlanin at fáa størri gjøgnumskygni í Sev og ferð á grøna umskiftið. Tvey øki, sum Magnus Rasmussen hevur stórt innlit í, sum júst festibóndi og fyrrverandi borgarstjóri.
Magnus Rasmussen (Mynd: Sverri Egholm)
Erhard í fíggjarnevndina
Magnus Rasmussen hevur hesi seinastu tvey árini røkt týdningarmiklu uppgávuna sum formaður í løgtingsins fíggjarnevnd.
Tað verður tingmaðurin úr Vági, Erhard Joensen, sum yvirtekur henda sessin.
Sambandsflokkurin fer at gera eina umrokering í løgtingsnevndunum, upplýsti løgmaður á tíðindafundinum fyrrapartin.
Erhard Joensen, sum hevur sitið í bæði mentanarnevndini og trivnaðarnevndini, tekur í staðin sess í fíggjarnevndini. Helgi Abrahamsen verður limur í mentanarnevndini meðan Edva Jacobsen fær sessin í trivnaðarnevndini.
Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald