Innanlands

Nýggj veljarakanning: Sambandsflokkurin stendur at vinna fólkatingsvalið

Meðan Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eru javnir í stríðnum um hitt umboðið

Bárður á Steig og Sambandsflokkurin fáa fjórðu hvørja atkvøðu til fólkatingsvalið, vísir kanningin hjá Spyr.fo

Bárður á Steig og Sambandsflokkurin fáa fjórðu hvørja atkvøðu til fólkatingsvalið, vísir kanningin hjá Spyr.fo

2019-05-10 12:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sambandsflokkurin er framvegis størsti flokkur, tá føroyski veljarin verður spurdur um, hvønn flokk hann fer at velja til fólkatingsvalið.

Mikudagin, dagin eftir at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri hevði skrivað út fólkatingsval at vera 5. juni, spurdi Spyr.fo 500 veljarar um hvønn tey fóru at velja til komandi fólkatingsval

Og eins og í kanningunum frammanundan eru flest, sum siga seg atkvøða fyri Sambandsflokkinum, sum sostatt stendur til at fáa fyrsta mann valdan.

Men í kanningini stendur Tjóðveldi at fáa annan mannin.

Stendur á jøvnum
Sigast skal tó, at tað stendur mest sum á jøvnum millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Tjóðveldi fær 23,7 prosent og Javnaðarflokkurin 23,6 prosent. Og við eini óvissu á 1,3 og 3,8 prosentstig tykist spenningurin at kunna varðveitast heilt fram til fólkatingsvalið.

Ein sannroynd er tað tó, at Tjóðveldi hevur stóra framgongd í hesi seinastu veljarakanningini. Seinast var Tjóðveldi fjórstørsti flokkur tá spurt varð til fólkatingsvalið, men nú hevur Tjóðveldið yvirhálað bæði Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, vísir kanningin hjá Spyr.fo.

Rættiliga áhugavert er eisini at staðfesta, at Sambandsflokkurin – tá spurt verður til fólkatingsvalið – fær meira enn fjórðu hvørja atkvøðu, meðan flokkurin – tá spurt varð til løgtingsvalið 25. apríl – einans fekk sløk 18 prosent av veljarunum og var fjórðstørstur.

Fólkaflokkurin gongur aftur
Áhugavert í nýggju kanningini er eisini at síggja, at allir flokkar uttan ein hava framgongd. Tað er bara Fólkaflokkurin, sum gongur aftur, og tað hevur hann gjørt støðugt síðan Spyr.fo byrjaði at spyrja veljaran um fólkatingsval í februar mánaði.

Ein orsøk til at allir hinir flokkarnir ganga fram er helst, at nakrar atkvøður ganga leysar, nú Miðflokkurin júst hevði boðað frá, at hann ikki fór at stilla upp til fólkatingsvalið.

Miðflokkurin fekk 3,4 prosent av atkvøðunum í kanningini 25. apríl. Tølini vísa ikki beinleiðis, hvaðar miðflokkaatkvøðurnar fara, men tað sær so ikki út til at tær fara til Fólkaflokkin.

Sjálvstýrið nógv minst
Spennandi spurningurin er eisini, um óvæntaða listabragdið hjá Jógvani Skorheim, formanni Sjálvstýris, um ikki at gera brúk at fólkatingssessinum, um Sjálvstýrið verður valt, fór at fáa ávirkan.

Kann vera, men flokkurin gongur fram við 0,4 prosentstigum úr 1,8 til 2,2 prosent og er framvegis nógv hin minsti flokkurin og tykist sostatt ikki enn at hava nakran týdning í stríðnum um teir báðar føroysku fólkatingssessirnar.

Sigast skal, at tað kanningin vísir, at 31,4 prosent ikki ætla sær á val til Fólkatingið. Hetta er tað sum í seinastu kanning. Hinvegin eru fleiri, sum siga seg ikki hava tikið støðu – 12,9 prosent nú og 9,6 prosent 25. apríl. Eisini eru nakað fleiri, sum fara at atkvøða blankt. Seinast søgdu 1,0 prosent seg fara at avlevera blankan seðil, nú eru tey 1,6 prosent.

Les eisini: Fólkatingssessurin fær týdning tá valið nærkast  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder