Sambært veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið og VP, missir Tjóðveldi sítt fólkatingsumboð til Sambandsflokkin, meðan Javnaðarflokkurin varðveitir sítt umboð.
Sambært kanningini verður Sambandsflokkurin stóri vinnarin við 28,8 prosent av atkvøðunum. Hetta er 5,3 prosent meira, enn flokkurin fekk til seinasta fólkatingsval. Sostatt er Sambandsflokkurin eisini tann flokkurin, sum hevur størstu framgongdina.
Flokkurin, sum hevur størstu afturgongdina frá seinasta fólkatingsvali er Tjóðveldi. Har er talan um eina afturgongd á 2,9 prosent, úr 24,5 prosentum niður í 21,6 prosent.
Sambært kanningini fær Javnaðarflokkurin, eins og til seinasta fólkatingsval, 24,3 prosent.
Fólkaflokkurin fær 18,6 prosent av atkvøðunum. Hetta er ein afturgongd á 0,2 prosent.
Framsókn og Sjálvstýri fáa ávikavist 4,1 og 2,6 prosent av atkvøðunum. Hjá báðum flokkunum er talan um eina framgongd upp á 0,9 prosent.
Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðnum 18. til 21. mai, har 543 fólk vórðu spurd.
Øll tølini kunnu síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald