Nýggja lógin um sjófeingi fer aftur til frítt umsetilig loyvir. Men skal hon verða samtykt, skal ein serlig skattaskipan til, sigur millum annað Jóhan Dahl, tinglimur fyri Sambandsflokkin. Hetta kom fram undir 1. viðgerð av sjófeingislógini í dag.
- Tað er umráðandi at tað verður ein skattur krævdur, ein rímuliga høgur skattur kravdur av teimum loyvunum, sum verða seld millum partar og endaliga avhendaði.
Jóhan Dahl sigur tað vera umráðandi at samgongan, samstundis sum man samtykkir hetta uppskotið, eisini hevur skattalógina uppá pláss.
- Um hetta ikki kemur uppá pláss, ivist eg í um hetta verður samtykt áðrenn 1. januar.
Partamaðurin Erhard Joensen segði seg eisini taka undir við hesum.
Jákup Mikkelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum segði, at hetta fór at vera avgreitt áðrenn 1. januar.
- Tað sum hevur við skatt av sølum, hava vit eina púra greiða avtalu um í samgonguskjalinum. Sjálvandi skal tað lógaruppskotið koma niðan áðrenn nýggjárs so vit fáa gjøgnumført tann partin. Um samgongan heldur seg til tað sum er avtalað, so er eingin trupulleiki, segði Jákup Mikkelsen.
Eftir viðgerðina í dag varð málið beint í vinnunevndina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald