Innanlands

Samferðslan framvegis tarnað

Veðrið ávirkar bæði flogferðslu og strandferðslu

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-10-16 19:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri veður eru fleiri avlýsingar hjá bæði Strandferðsluni og hjá Atlantsflogi.

Strandferðslan hevur avlýst leið 700 og 701 í Suðuroynni, og leið 500 og 504 í Norðoyggjum. Siglt verður heldur ikki millum Sand og Skúvoy og heldur ikki til Fugloyar.

Flogfarið úr Barcelona, sum skuldi lenda seinnapartin er seinkað. Sambært ferðaætlanini stendur tað nú at koma 20:02. Kvøldarflogfarið úr Keypmannahavn, sum eftir ætlan skuldi lenda klokkan 19:55 lendir væntandi klokkan 23:45, og rutuflogfarið úr Billund er eisini seinkað. Skuldi lenda klokkan 21:35 men lendir nú eftir ætlan 01:30 í nátt.

Einasta fráferðin sum er seinkað higartil er tann, sum skuldi vera til Billund klokkan 17:05 í dag. Tann fráferðin verður væntandi klokkan 21, upplýsir Vága Floghavn.

Fylg flogferðsluni her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder