Innanlands

Samferðslupakkin til viðgerðar í dag

Enn ein avbjóðing hjá samgonguni í tinginum – fleiri samgongulimir eru ímóti

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-27 11:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á tingfundinum seinnapartin í dag fer løgtingið undir fyrstu viðgerð av sokallaða samferðslupakkanum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum legði fram undan jólum.

Les: Farmaskip til Suðuroynna og bíligari ella ókeypis tunnilsgjald 

Talan er um fýra lógaruppskot, sum í høvuðsheitum snúgva seg um at fíggja rakstur av nýggjum avloysaraskipi til Suðuroyar, avsláttarskipan fyri Eysturoyartunnilin og avtøku av gjaldinum fyri at koyra ígjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin.

Hetta skal gerast m.a. við at hækka avgjøldini fyri bensin, diesel og tungolju, hækka vekt- og umhvørvisgjald, hækka prísin á farmi og broyta ferðastuðulin, so hann einans er galdandi fyri styttstu leið.

Frammanundan er greitt, at tað verður ein avbjóðing hjá landsstýrismanninum at fáa pakkan ígjøgnum í verandi líki, eitt nú tí fleiri tingfólk úr samgonguni hava sagt seg ikki taka undir við ætlanini.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder