Innanlands

Samgongustríð um formanssessir

Tað ber eftir øllum at døma ikki til at skifta forkvinnu í Trivnaðarnevndini, hóast samgongan og Sonja Jógvansdóttir hava meiriluta í nevndini

Samgonguleiðarinir skulu semjast um nevndarbýtið, eftir at Hanna Jensen gjørdist landsstýriskvinna. (Savnsmynd)

Samgonguleiðarinir skulu semjast um nevndarbýtið, eftir at Hanna Jensen gjørdist landsstýriskvinna. (Savnsmynd)

2019-02-28 18:30 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Hóast tað skuldi verða greitt fyrr í vikuni, hvør tók við formanssessinum hjá Honnu Jensen í Mentanarnevndini, er ongin semja funnin enn. 

Portalurin veit frá álítandi keldum, at tá Framsókn fekk landsstýrissessin í Skúlamálum varð semja gjørd um nevndarsessarnir í Løgtinginum. Tjóðveldi skuldi fáa formanssessin í Mentanarnevndini afturfyri, at Javnaðarflokkurin fekk formanssessin í Trivnaðarnevndini, har Katrin Kallsberg er forkvinna í dag. 

Helena Dam á Neystabø, tingbólkaforkvinna í Javnaðarflokkinum, sigur við Portalin, Javnaðarflokkurin fekk lovað ein av formanssessunum. Men hon sigur, at flokkurin nú væntar at fáa formanssessin í Mentanarnevndini. 

- Tað tykist ikki sum meiriluti er fyri at skifta formanssessin í Trivnaðarnevndini, sigur hon. 

- Tað er nógv, sum bendir á, at Sonja Jógvansdóttir ikki vil atkvøða fyri nýggjum formanni í Trivnaðarnevndini, leggur hon afturat. Saman við Sonju Jógvansdóttir, hevur samgongan meiriluta í Trivnaðarnevndini. 

Les eisini: Óvíst hvør fær formanssessin hjá Honnu Jensen 

Aðrar keldur vilja eisini verða við, at Sonja Jógvansdóttir ikki vil atkvøða fyri nýggjum formanni í Trivnaðarnevndini, men sjálv sigur hon, at formansskifti í nevndini ikki hevur verið aktuelt. 

- Tað er ongin grund til at skifta forkvinnuna í Trivnaðarnevndini. Katrin Kallsberg hevur gjørt eitt framúr arbeiði sum forkvinna har, sigur Sonja Jógvansdóttir. Hon vísur aftur, at fundast hevur verið um, at skifta forkvinnuna í trivnaðarnevndini, tí Tjóðveldi vil hava formanssessin í Mentanarnevndini. 

Annita á Fríðriksmørk, tingbólkaforkvinna í Tjóðveldi, sigur, at arbeitt verður við at gera nakrar umskiftingar í nevndunum, og at tað arbeiðið verður liðugt heilt skjótt. Annars hevur hon ikki aðrar viðmerkingar til málið. 

Óluva Klettskarð er virkandi formaður í Mentanarnevndini, eftir at Hanna Jensen gjørdist landsstýriskvinna í skúlamálum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder