Mentan

Sámiskt hátíðarhald við joik og heimaseymaðum flaggi

6. februar er sámiskur tjóðardagur, og tað hátíðarheldur Norðurlandahúsið næstu dagarnar við konsert við samiskum tónleiki og framsýning av forkunnuga fyrsta samiska flagginum, sum flaggaði í Føroyum

Marja Mortensson (Mynd: Jørn Kristensen)

Marja Mortensson (Mynd: Jørn Kristensen)

2020-02-05 21:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sámiska flaggið var góðkent sum flagg í 1986, men longu 4 ár áðrenn tað, varð tað vundið í stong í Føroyum. Hetta var í sambandi við rithøvundastevnu, sum fór fram á Landsbókasavninum. Einasti trupulleikin við hesum var, at onki samiskt flagg var í Føroyum. Hvat var so at gera? Jú so mátti tað seymast.

[object Object]

Hetta forkunnuga flagg er vanliga í varveitslu á Landsbókasavninum, men Norðurlandahúsið hevur fingið loyvi at læna og vísa tað fram í sambandi við sámiska tjóðardagin. Flaggið verður sýnt fram til og við 9. februar, og tá fer eisini at bera til at lesa stuttligu søguna, um hvussu tað bleiv til.

Framsýningin av flagginum endar við eini hugnaligari sunnudagskonsert við suðursámisku joik-stjørnuni Marja Mortensson. Marja er úr Svahken Sïjte í Noregi, sum liggur miðskeiðis ímillum Tróndheim og Oslo. Familjan hjá Marju eru reinsdjórabøndur, og tónleikur hennara er sterkt rótfestur í suðursámiskari mentan og drivin av stríðnum fyri at verja hótta suðursamiska málið.

Suðursámiskt joik hvarv undir tí, tey nevna ”fornorskningsperioden”, men Marja hevur granskað gamlar upptøkur, og hevur á tann hátt lært seg gomlu siðbundnu joikini hjá sínum forfedrum. Hesi hevur hon sett í eitt vakurt ljóðlandslag, har rúnarbindandi rødd hennara verður stuðlað av Daniel Herskedal á tuba og Jakop Jannssøn á slagverki. Framførslurnar hjá teimum sigast at vísa eina djúpa fatan av søguni handan tónleikin og týdninginum, hann hevur fyri suðursamiska fólkið.

Áðrenn Marja fer á pallin, syngur føroyski vokalbólkurin Kata. Konsertin verður tískil eisini eitt møti ímillum tveir gamlar sangsiðir – sámiskt joik og føroyskar rímur og kvæði.

– Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder