Innanlands

Samlaða inntøkan í Tórshavnar kommunu yvir eina milliard

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar eru á 778.7 mió

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-12-10 08:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

 - Vit fegnast um, at vit fyri fyrstu ferð hava lagt eina langtíðaríløguætlan fyri tíðarskeiðið 2019-2023, sum tryggjar kommununi eina betri fíggjarstýring, har atlit eru tikin til stóru útbyggingarætlanirnar komandi árini. Við at leggja langtíðarætlanir fyri løgur, ber til at tryggja, at løgurnar verða lagdar í trygga legu og tillagast tørvinum á teimum ymsu málsøkjunum.

Soleiðis sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu við heimasíðuna hjá kommununi. Annika leggur afturat, at eisini verður arbeitt við at tryggja, at tær verkætlanir, sum kommunan stendur fyri, altíð eru væl fyrireikaðar og hava dygdargott eftirlit.

- Í fíggjarætlanini fyri 2019 eru inntøkurnar mettar til umleið 1 mia. Samlaðu rakstrarútreiðslurnar eru á 778.7 mió. Íløgukarmurin er 188,6 mió., umframt at arbeiðið við útbyggingini av Tórshavnar havn heldur fram.

Annika Olsen gleðist eisini yvir, at kommunan í stórum tøkum nærkast at verða skuldarfrí.

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu er óbroytt á 19%. Barnafrádrátturin er framvegis 8.000 kr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder