Uttanlands

Samvinnan fingið nýggja nevnd

Áhugafelagið fyri føroyskt lesandi á Copenhagen Business School hevur skipað seg

Ovast fra vinstru: Bogi Midjord, Petur Poulsen, Torbjørn Mikkelsen, Hjalti í Jákupsstovu, Tummas J. Danielsen, Kristian Gunnarsson, Sigmar Jónasson.
Niðast fra vinstru: Teitur Hvidbro, Rakul Maria Hjalmarsdóttir Tórgarð, Lív Rúnadóttir Gjógvará, Rósa Maria Rasmussen, Eirikur Sanderson.
Væntað á myndini: Bárður Eyðfinnsson í Bø, Christoffur Gert Nielsen og Sølvi Fossdalsá.

Ovast fra vinstru: Bogi Midjord, Petur Poulsen, Torbjørn Mikkelsen, Hjalti í Jákupsstovu, Tummas J. Danielsen, Kristian Gunnarsson, Sigmar Jónasson. Niðast fra vinstru: Teitur Hvidbro, Rakul Maria Hjalmarsdóttir Tórgarð, Lív Rúnadóttir Gjógvará, Rósa Maria Rasmussen, Eirikur Sanderson. Væntað á myndini: Bárður Eyðfinnsson í Bø, Christoffur Gert Nielsen og Sølvi Fossdalsá.

2018-11-12 08:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Samvinnan hevur havt aðalfund, har nýggja nevndin varð skipað. 
Samvinnan er eitt áhugafelag fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School. Samvinnan virkar fyri at savna og samansjóða tey føroysku lesandi, soleiðis at tey sum ein eind kunnu skapa tættari knýti til føroyska vinnulívið og onnur áhugafeløg.

Sitandi forkvinna, Karla Egholm, takkaði fyri seg, og 15 lesandi stillaðu upp til nýggju nevndina, har øll vórðu vald. Nevndin hevur síðani skipað seg soleiðis, at forkvinna er Lív Rúnadóttir Gjógvará og næstformaður er Tummas J. Danielsen. Christoffur Gert Nielsen er kassameistari og Rakul Maria Hjalmarsdóttir Tórgarð er skrivari. Umframt hesi fýra sita Bárður Eyðfinnsson í Bø, Bogi Midjord, Eirikur Sanderson, Hjalti í Jákupsstovu, Kristian Gunnarsson, Petur Poulsen, Rósa Maria Rasmussen, Sigmar Jónasson, Sølvi Fossdalsá, Teitur Hvidbro og Torbjørn Mikkelsen.

Samvinnan skipar fyri ymiskum tiltøkum, millum annað Hugflog, ið verður hildið árliga. Tiltakið hevur trý ár á bakið, og í ár var evnið KT. Her vóru vakstrar- og førleikaviðurskiftini í føroysku KT vinnuni viðgjørd. Tiltakið var skipað við framløgum og at enda var høvið at seta spurningar til vinnuna. Umboð fyri KT vinnuna vóru KT Felagið, Elektron, Føroya Tele, Nema, Talgildu Føroyar og Klintra.

Umframt Hugflog verður skipað fyri øðrum læruríkum tiltøkum, eitt nú virkisvitjan, ið hesaferð var í Føroya Tele í summar.

Tað skal sjálvandi eisini vera pláss til hugna og stuttleika, soleiðis at tey lesandi føla seg væl í einum tryggum umhvørvi. Samvinnan skipar tískil fyri hugnaligum tiltøkum, m.a. ársveitslu, ið verður hildin um heysti, og felags grilldegi á vári.

Samvinnan ynskir at nýta høvið at takka teirra stuðlum. Takk til Elektron P/F, Januar, Klaksvíkar kommunu og LM Electric.

Serliga ynskja tey at takka teirra høvuðsstuðli, BankNordik. BankNordik hevur stuðlað Samvinnuni seinastu tvey árini. Hetta hevur verið ein stór hjálp til, at Samvinnan hevur kunna ment seg til tað hon er í dag

- Samvinnan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder