Innanlands

Samráðast ikki í kvøld

Flokkarnir samskifta sínamillum, men ítøkiligar samráðingar eru ikki byrjaðar

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-10 18:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samgongusamráðingar kunnu fara í gongd hóast formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johanesen, enn ikki hevur fingið samráðingarrættin.

Men í kvøld vera ongar samráðingar, sigur Aksel V. Johannesen við útvarpið. Hann sigur tó, at flokkarnir samskifta sínamillum.

Javnaðarflokkurin ætlar at samráðast við Framsókn og Tjóðveldi. Ein samgonga millum Javnaðarflokkin, Framsókn og Sambandsflokkin hevur eisini verið nevnd, men í fyrsta umfari, verða tað teir tríggir andstøðuflokkarnir í farna valskeiði, sum fara at samráðast.

Mánamorgunin verður formansumfar, og tá fara forfólkini í flokkunum at peika á hvør skal vera samráðingarleiðari.

Les eisini: Formansumfar verður mánamorgunin

Les eisini: Løgmaður: Havi heitt á løgtingsformannin um at loysa meg úr embætinum

---

Soleiðis segði Aksel V. Johannesen við Portalin hóskvøldið tá valúrslitið var greitt:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder