Innanlands

Samráðingarnar millum arbeiðsgevarafelagið og flogternurnar slitnaðar

Semingsstovnurin hevur kastað frá sær í samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súluna, sum er fakfelagið hjá flogternunum

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-11-27 17:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder
Semingsstovnurin er givin at royna semju, eftir at Súlan og danska fakfelagið, FPU, vilja hava danskan arbeiðsrætt at galda millum flogternurnar og arbeiðsgevara-felagið. Ósemjan við flogternurnar snýr seg sostatt hvørki um løn ella arbeiðsumstøður – talan er um eitt prinsippmál

Semingsstovnurin hevur kastað frá sær í samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súluna, sum er fakfelagið hjá flogternunum. Hetta hendir, hóast Semingsstovnurin í gjárkvøldið staðfesti, at Súlan og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum umboðar Atlantic Airways, vóru samd um innihaldið í einum nýggjum sáttmála, tá talan er um løn og arbeiðsumstøður. Súlan fær stuðul frá danska fakfelagnum, FPU – Flyvebranchens Personale Union.

Orsøkin til, at Semingsstovnurin er givin við semingsroyndini, er prinsipielli spurningurin um, hvørt t.d. sáttmálaósemjur millum partarnar í framtíðini skulu loysast eftir donskum arbeiðsrættarligum reglum í danska arbeiðsrættinum, tá tað snýr seg um flogternur hjá Atlantic Airways, sum flúgva út frá einari støð í Danmark. Hesum kravi vil Føroya Arbeiðsgevarafelag undir ongum umstøðum ganga á møti, tí Føroya Arbeiðsgevarafelag er ikki partur av danska arbeiðsmarknaðinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag ger bert sáttmálar við føroysk fakfeløg, har møguligar sáttmálaósemjur verða loystar í føroyska Fasta Gerðarættinum í samsvari við galdandi reglur á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

- Semingsuppskotið, sum liggur á borðinum, er galdandi fyri virksemið hjá flogternunum bæði í Føroyum og Danmark. Vit vilja ikki lata okkum draga inn í eina dupulta skipan, har onkrar møguligar ósemjur skulu loysast eftir donskum reglum, meðan aðrar ósemjur skulu loyast eftir føroyskum reglum, sigur Bogi Jacobsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í samráðingunum hildið fast um at fáa sama leist at galda fyri flogternurnar, sum er galdandi fyri flogskipararnar. FAPA, sum er fakfelagið hjá flogskiparunum, ið eisini hava limaskap í FPU, er sáttmálapartur. Sambært sáttmálanum hjá flogskiparunum skulu møguligar ósemjur loysast í føroyska Fasta Gerðarættinum, sama hvørjari støð flogskipararnir flúgva út frá.

- Vit skilja ikki, hví sami leistur ikki kann vera galdandi fyri flogternurnar. Tað er eingin orsøk at hava dupultan arbeiðsrætt í somu málum. Higartil hevur sama arbeiðsrættarliga skipan verið galdandi fyri øll starvsfólk hjá Atlantic Airways, so íkomna støðan er óskiljandi, staðfestir Bogi Jacobsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder