Innanlands

Sandoyartunnilin stongdur: Dekk á rull í ein persónbil

Tíbetur er eingin fólkaskaði, men at síggja til er stórur materiellur skaði. Klokkan 16:19 læt tunnilin upp aftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-18 15:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring kl. 16:44: Tunnilin er latin upp aftur kl. 16:19.

--

Sandoyartunnilin er stongdur í løtuni. Av løgreglustøðini verður upplýst, at ein lastbilur misti eitt dekk, sum rullaði í gronina á einum persónbili.

Tíbetur er eingin fólkaskaði, men materielli skaðin er at síggja til stórur og bilurin fær ikki koyrt víðari, sigur løgreglan.

Sløkiliðið og løgreglan eru júst komin á staðið og skulu rudda økið áðrenn tunnilin letur upp aftur.

Júst hvussu leingi tað verður er ógreitt, verður upplýst av løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder