Í morgin kemur ein nýggj útgáva frá Kim Larsen, sála.
Hesum boðar Warner Music frá í dag, sambært donskum miðlum.
Kim Larsen andaðist 30. september í fjør, 72 ára gamal eftir longri sjúkralegu.
Nýggja útgávan eitur "Sange Fra Første Sal", og á henni eru 12 nýggj løg. Útgávan varð innspæld í íbúðini hjá Kim Larsen í vár og summar í fjør.
Sonur Kim Larsen, Hjalmer, og managari hansara, Jørn "Ørn" Jeppesen, hava eisini verið við til at innspæla løgini.
- Frá byrjan til endan er tað ein útgáva, sum er framleidd av Kim. Hann skrivaði løgini, legði alt til rættis, áðrenn tað skuldi innspælast, og hvussu hetta skuldi gerast. Hann lurtaði eftir mixinum, avgjørdi raðfylgjuna av løgunum, og hann valdi heitið og myndirnar á húsanum. Tað einasta, hann ikki náddi at gera var at útgeva tað, so tað verður gjørt fyri hann nú, sigur Warner Music millum annað.
Frá í morgin av ber til at keypa útgávuna í donskum handlum, men longu á midnátt ber til at stroyma nýggju løgini á eitt nú Spotify.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald