Aftur í ár fer ein sangleikur av bakkastokki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum næmingar á e-Námi, sangleikabreytini í Fuglafjarðar skúla spæla. Rútmiska kórið úr Hoydølum hevur eisini spælt og sungið henda leik. Týtt leikin hevur Hans Pauli Tórgarð og Jákup Weyhe, ið vóru tveir av oddamonnunum, tá Grease varð pallsettur í Norðurlandahúsinum fyri umleið fimm árum síðani. Tað eru Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni, lærarar, sum hava tillagað leikin til e-Nám í skúlanum, sum er eitt samstarv millum Fuglafjarðar skúla, Stranda Skúla og skúlan við Streymin.
Við byrjan av skúlaárinum verður farið undir hesa undirvísing – ein tilgongd í sangi, leiki og tónleiki, sum setur gongd á eina rás, har hetta tónleikafylgi av tannáringum fer ígjøgnum hetta skúlaárið, sum lyftir og lættir mangt og mikið í teirra unglingasálarligu og vøkru tilgongd, tá ið sungið, spælt og dansað verður á einum palli har kenslurnar flúgva aftur og fram millum tey, sum eru á pallinum og tey, ið síggja og lurta.
Marjun tekur sær av leikinum og Bárður av tónleikinum, har tey samskipa mannagongdir, spæl, sang, tónleik og dans. Næmingarnir taka sær av tí tekniska partinum. Búnarnir eru seymaðir av foreldrunum og avvarandi. Odvør á Lakjuni hevur sniðgivið - lagt skap og mynstur til rættis. Pallsmíðið hevur Finnur Eliasen staðið fyri saman við Áku Petersen. Foreldur og avvarandi hava esini verið við í hesi tilgongd.
Vit eru ikki altíð trygg í tí tóma rúminum, men seta vit okkara hælkoytur og stev í sál, likam og sinni í hesari gongd, koma vit at kenna okkum tryggari hvønndagsliga og minnast okkara ferð ígjøgnumn ein tílíkan leik restina av lívinum.
Grease
Hetta er íblástur frá einum amerikanskum filmi frá 1978, har John Travolta og Olivia Newton- John høvdu høvuðsleiklutirnar.
Filmurin gongur fyri seg á Rydell High School í fimmti árunum, har fylgt verður við einum næmingabólki síðsta árið á skúlanum. Danny Zuko hoyrir til ein næmingabólk við dreingjum , sum royna at fáa eitt gott umdømi – gott orð á seg. Danny hevur tíverri í summarfrítíðini møtt tí fittu, snøggu Sandy Olsson frá Australia og er vorðin skotin í henni.
Tað, sum Danny ikki veit, er, at Sandy er vorðin ein umskiftisstudentur júst á Rydell, og hon roynir at finna sítt pláss í gentubólkinum, Pink ladies, sum verður leiddur av knevlinum, Betty Rizzo. Danny verður eitt sindur ørkymlaður av at síggja Sandy. Stórur partur av filminum sýnir trupulleikan millum tey bæði. Í hesi gongd eru fleiri hjásøgur frá nøkrum av teimum ungu frá tveimum av bólkunum. Afturat kemur ein sjónvarpsendursending frá einari veitslu á skúlanum og eini bilkappkoyring millum Kenickie frá Dannysa bólki og einum harðligum, bonskum fýri frá einum bólki, sum er teirra kappingarneyti.
Filmurin endar við eini veitslu, har nógvar flytingar eru, sum verða loystar. Sandy er vorðin hjálpt til at gerast ein røtt genta, og hon og Danny enda við at koma saman og flúgva avstað í bilinum hjá Danny.
Flytingar
Tað eru nógvar flytingar, sum hava verið í tónleikinum millum ár og dag. Sanniliga eisini í skaldskapinum og myndlistini, sum er at frøast yvir. Børnini flyta seg eisini dag og dagliga á ymsan hátt. Tá ið tú ert í tannáringa aldri eru øll vindeygu opin og allar dyr opnar, sum taka mangt og mikið til sín av skapum, litum, ljóði, orðum, yrkingum sum dag og daglig kveikja sinnið, so tað kemur at liva á ein natúrligan hátt og nøra um t. d. tey skapandi evnini.
Øll árini í míni læraratíð varð undirvíst í myndlist. sangi og tónleiki. 50 % av næmingunum í hvørjum flokki høvdu rík skapandi evni, sum vóru sjónlig og livandi. Hini børnin vóru eitt sindur meira munnstill, fjalin, innisæl og inntonkt í sínum verumáta og góvu seg kanska ikki til kennar, hvar teirra hugur setti síni spor, tá ið teirra andi skuldi nøra um tey vitbornu skapandi evnini. Hóast tað komu tey so við og við eisini upp í henda inn- og útsúð, sum læt ta listaligu flóðalduna leggja seg yvir flúr og fles í teirra sálarkervi til gleði og gagns fyri eygað, sum sá og oyrað, sum hoyrdi.
Leikurin
Orðið sangleikur er eitt vakurt orð. Orðini verða latin í føgur løg, har ljómurin frá ljóðførunum er ein grundleggjandi dráttur á hesi ferð. Hetta nørir um gongdina í leikinum á ein smidligan, nørandi hátt, og vit, sum síggja og lurta, kunnu njóta hesa gonguferð í einum gleðiligum tilviti, sum hesir vøkru, snøggu tannáringar syngja, spæla og dansa við føgrum undirspæli frá javnaldrum sínum í tónleikabólkinum, sum Bárður á Lakjuni stuðlar og vegleiðir.
Tað er gleðiligt at vita sær, at hesi ungu, sum eru á pallinum koma av bygd – úr lítlum umhvørvi, Leirvík, Gøtu, Fuglafirði, Strondum og skúlanum við Streymin.
Tey dugdu stak væl at føra seg fram, og so væl tey dugdu at brúka røddina. Hoyrdi ongan raka við síðuna av, tá ið sungið varð. Hugsi, at føroyingar hava ríkar, skaldakendar, musiskar gávur sum fáa staðni á Guðs grønu jørð. Hetta kunnu vit síggja á barnanna atferð. Tað hevur al stóran týdning at lata næmingarnir fara í sítt innara menniskja, har sálarliga nærveran er, og teir kunnu hugsavna seg um síni skapandi evni og tilogna sær eina listaliga gongd á sínum ungdóms rókum. Hetta ber væl til í tónleiki, skaldskapi og myndlist.
Endi
Jú sælur vart tú, tá ið sangleikurin, Grease hevði lagt seg til hvíldar í tínum sinni og takksamur, at hetta kann lata seg gera við vanligum næmingum í fólkaskúlanum. Lata vit tónleik og myndlist hava góð kor í skúlanum, so kemur skúlin at liva á ein sera vakran og nørandi hátt til gleði og gagns fyri øll. Ein bilur var við í lekinum, sum Danny átti. Tann bilurin, sum var á pallinum í Mentanarhúsinum, átti Johan Beder. Hetta var ein fólkavognur frá 1975. Mangt og mikið var stuttligt í leikinum, og tá ið bilurin kom inn á pallin var sjáldsamt, stuttligt og fullborið spælt kring bilin og í bilinum. Ja, ja, ja rørandi vakurt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald