Innanlands

Sannførdur um at samgongan verður sitandi alt valskeðið

Nýtt landsstýrisfólk fyri Henrik Old verður valt “um ikki alt ov langa tíð”, sigur løgmaður

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-11-05 20:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

 - Nú man hevur funnið semju í hesum málinum, so eru vit tættari at seta eitt landsstýrisfólk, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, við Degi & viku í kvøld, eftir at Framsókn fer at taka aftur uppskot um at útseta kvotuskipanina.

Í síðstu viku segði løgmaður at politiska rumbli var orsøkin til, at einki landsstýrisfólk enn var sett fyri Henrik Old, sum legði frá sær fyrst í oktober. Síðani Framsókn

- Nú kenni eg meg sannførdan um at vit klára gjøgnu hetta heystið og inn í komandi ár, og sita alt valskeiðið, segði Aksel V. Johannesen.

- So um ikki alt ov langa tíð verður eitt landsstýrisfólk sett, sigur løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder