Innanlands

SAS: 25 ferðir í ár avlýstar ella útsettar

Mjørki er orsøkin til, at SAS 25 ferðir ikki hevur lent í ár

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-07-13 12:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

25 ferðir í ár hava flogfør hjá SAS ikki sett seg í Vágunum. Orsøkin er nógvur mjørki og vantandi atgongd til RNP-skipan.

RNP skipanin verður brúkt tá lítið útsýni er, og støðan hjá SAS er, at tey bíða eftir at Trafikstyrelsen skal geva flogfarinum atgongd til RNP-skipanina.

SAS viðurkennir yvirfyri Kringvarpinum, at tað ikki er nóg gott, at tey noyðast at útseta og avlýsa ferðir til Føroyar vegna mjørka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder