Stóra skandinaviska flogfelagið SAS roynir nú nýggjar leiðir, og hevur valt at byggja eitt av stóru Airbus A340 ferðafólkaflogførunum um til farmaflogfar. Fyrsti túrurin hjá umbygda flogfarinum verður í dag.
SAS Cargo saman við Scan Global Logistics eru farin saman um hesa ætlan, skrivar miðilin insideflyer.dk.
Hetta er fyrstu ferð í nógv ár, at SAS hevur farmaflogfar í sínum flota.
Stjórin í Scan Global Lostics upplýsir fyri insideflyer.dk, at stórur eftirspurningur er á flutningi av farmi til og úr USA. Tí var tað natúrligt at spyrja SAS Cargo um møguleikan fyri samstarvi til tess at nøkta tørvin á at veita amerikanska marknaðinum eina tænastu.
Eisini týska flogfelagið Lufthansa hevur lagt nøkur flogfør um til farmaflutning, skrivar insideflyer.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald