Ein ljóðupptøka av drápinum av saudiarabiska journalistinum Jamal Khashoggi avdúkar, at krúnprinsurin í saudiarabia visti um morðið.
Jamal Khashoggi varð dripin á saudiarabiska konsulátinum í Istanbul tann 2. oktober. Síðani tá hevur verið roynt at avdúkað hvør gav boð um at Khashoggi skuldi lata lív.
Nú er ein ljóðupptøka frá telefonsamrøðu komin fram, og tey, sum hava hoyrt hana siga, at har hoyrist, at saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed, bin Salman, visti um drápið.
Á ljóðupptøkuni, sum amerikanska loynitænastan CIA hevur fingið, hoyrist, at ein sigur “sig tínum sjefi”. Sambært amerikansku myndugleikunum er sjefurin krúnprinsurin. Eisini hoyrast orðini “gerðin er framd”.
The New York Times, sum hevur fingið at vita um ljóðupptøkuna sigur, at maðurin, sum tosar í telefonini er Maher Abdulaziz Mutreb, sum er oberst í Saudiarabisku fregnartænastuni, og ein av teimum 15 persónunum, sum turkiska løgreglan sigur vórðu send til Istanbul at seta seg upp ímóti Khashoggi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald