placeholder
Uttanlands

Saudiarabiskur tíðindamaður saknaður

Hann fór inn á saudiarabiska konsulátið í Istanbul, men kom ongantíð út aftur

2018-10-07 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Turkisku myndugleikarnir halda, at ein víðagitin saudiarabiskur tíðindamaður er blivin dripið á saudiarabiaska konsulátinum í turkiska býnum Istanbul.

Tað skrivar DR.

Tíðindamaðurin Jamal Khashoggi hvarv týsdagin, eftir at hann fór inn á saudiarabiska konsulátið.

Turkiska løgreglan heldur, at Khashoggi bleiv dripin á konsulátinum. Tey halda, at drápið varð lagt til rættis, og at líkið bleiv flutt úr konsulátinum.

Khashoggi hevur skrivað fleiri atfinningarsamar greinar um politikkin í Saudiarabia, m.a. í The Washington Post, og hevur hann tey seinastu árini livað í útlegd í Washington.

Týsdagin vitjaði hann konsulátið fyri at fáa skil á nøkur skjøl í sambandi við brúdleyp hansara. Unnustan hjá Khashoggi bíðaði eftir honum framanfyri konsulátið, men hann kom ongantíð út aftur, sigur hon.

Í saudiarabiska konsulátinum nokta tey at hava dripið Khashoggi.

Leygardagin kom eitt lið av saudiarabiskum trygdarfólkum til Istanbul fyri at taka lut í kanningini av málinum.

Turkiski ákærumyndugleikin hevur sett eina kanning í gongd, og ein talsmaður hjá stýrinum hjá turkiska forsetanum upplýsir, at myndugleikarnir hava sett sær fyri at finna tíðindamannin.

Fyrr í vikuni gav saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman loyvi til, at Turkaland kundi rannsaka konsulátið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder