Innanlands

Sea Shepherd ætlanir um føroyska deild: Norðurlendskir aktivistar til Føroya í summar

Paul Watson og umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd fer undir sína trettandu roynd at steðga grindagrápinum

Fólk frá Sea Shepherd taka myndir av grindadrápi í Vestmanna í 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

Fólk frá Sea Shepherd taka myndir av grindadrápi í Vestmanna í 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-24 20:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er einki nýtt undir sólini, at Sea Shepherd ynskir at føroyingar steðga við at drepa grind. Tað hevur umhvørvisfelagsskapurin roynt síðani í 80’unum, og enn hevur tað ikki eydnast.

Síðani 2016 hava fólk frá felagsskapinum verið á landi og dokumenterað grindadráp og sent út í heim til altjóða miðlar. Nú gera Paul Watson og hansara fólk aftur eina roynd. Felagsskapurin hevur í kvøld kunngjørt, at fólk í summar verða send til Føroya, og hesaferð við fleiri dønum og norðurlendingum annars enn nakrantíð áður.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Í ár fara okkara fólk at gera alt tey megna at koma í prát við føroyingar, og leggja upp til at føroyingar alment tala at grindadrápinum, og stuðla Sea Shepherd átøkunum kring heimin, skrivar felagsskapurin á heimasíðuni.

Felagsskapurin vónar eisini at ein deild “Sea Shepherd Faroe Islands”, kann setast á stovn í Føroyum.

Sea Shepherd boðar frá, at tey framhaldandi fara at leggja trýst á altjóða at steðga grindadrápinum, og heita á borgarar og fyritøkur at boykotta føroyskar fiskavørur, á ferðafólk um at velja annað stað at fara, og ferðamannaskip um at leggja leiðina aðrastaðni enn til Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder