Paul Watson, sum stendur á odda fyri djóraverndarfelagsskapinum Sea Shepherd, finst at skuldsetingunum hjá Karl Johansen, sýslumanni, um at tað skuldi verið fólk hjá Sea Shepherd og ikki føroyingar, sum síggjast á sjónbandinum frá springaradrápinum í Hvalvík. Á sjónbandinum sæst, at onkur í fleiri minuttir roynir at avlíva ein springara.
"Sea Shepherd er til reiðar at hjálpa føroysku løgregluni at finna hesar báðar menninar, ið vórðu fangaðar á video, meðan teir stungu delfinir. Føroyingar vita, hvørjir teir eru, og kanska onkur vil siga okkurt afturfyri 1000 evrur (uml. 7457 krónur)," skrivar Paul Watson á Facebook.
Sea Shepherd hevði fimm fólk, fýra kvinnur og ein mann, á sandinum í Hvalvík, tá drápið var.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald