Innanlands

Seglbátur úr Týsklandi á Havnini

Magic er á veg til Svalbard á eini Artic Challange

2018-07-31 07:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Umborð á seglbátinum Magic hittu vit í gjár5 ung fólk úr Týsklandi og Eysturríki, ið øll onkursvegna hava havt krabbamein tætt inn at lívinum. Magic er á veg til Svalbard á eina Artic Challange. Tað er vælgerðarstovnurin Segelrebellen í Tysklandi, sum rekur bátin.

Stigtakarin og skiparin er Marc Naumann. Marc hevur havt heilakrabba tvær ferðir, og at sigla hjálpti Marc ígjøgnum kemoterapi. Tað hjálpti honum at hava dreymin um at hjálpa øðrum, at berjast fyri dreyminum og ikki at gevast.

Slagorðið hjá Segelrebellen er F*ck cancer – go sailing. Tey sigla á Atlantshavinum, Norðsjónum og Baltiskasjónum. Tey gera 10 daga túrar á opnum havi, alt árið runt. Ung vaksin, sum hava ella hava havt krabbamein, kunnu koma umborð og royna seg sum sjófólk. Tey eru við á jøvnum føti við restina av manningini. Tað eru royndir skiparar við umborð, sum læra tey ungu tað sum skal til.

Hetta er eitt einastandandi upplivilsi sigur manningin umborð. Tey ungu læra, at hóast tað til tíðir er hart og strævið og at alt gongur ímóti, so nyttar einki at steðga upp. Veðrið má sær ráda, men vit kunnu stýra bátinum og soleiðis klára okkum sum best í tí ringa veðrinum.

Magic liggur á Havnini í dag. Í morgin týsdagin fara tey at sigla kring oyggjarnar og vænta at steðga í Havn aftur fríggjadagin, áðrenn leiðin norð móti Svalbard.

- Krabbameinsfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder