Innanlands

Seinasta hólmgongan millum kollafjarðarvalevnini

Sunnukvøldið kl. 19 verður skipað fyri eini síðstu hólmgonga millum Anju Weyhe og Bergur Robert Dam Jensen í Kollafjarðar skúla

2024-11-09 17:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Kollafirði stilla tveir kollfirðingar upp til kommunuvalið í Tórshavn. Talan er um Anja Weyhe (E) og Bergur Robert Dam Jensen (C). Sunnukvøldið 10. november, kl. 19 verður skipað fyri eini síðstu hólmgonga millum hesi bæði valevnini í Kollafjarðar skúla. Evnið á fyrsta valfundinum verður eldrasambýlið og bústaðir í bygdini. Ben Arabo verður orðstýrari.

Umframt sjálva hólmgonguna millum Anju og Berg, fer nýggja Kollfjarðar sangkórið, ið er stjórnað av Lailu av Reyni at syngja nøkur løg um Kollfjørð og samanhald.

Møguleiki verður somuleiðis hjá veljarunum at viðmerkja og seta spurningar til valevnini. Drekkamunur verður eisini at fáa.

Valfundurin verður eftir ætlan eisini stroymdur.

Fyriskipararnir av tiltakinum eru eitt valtoymi av kollfirðingum, ið rópa seg “Vel ein kollfirðing” og sum hevur til endamál at fáa kollfirðingar, ið vilja raðfesta Kollafjørð, valdar inn á býráðið í Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder