Mentan

Seinastu fýra nøvini til G! kunngjørd

Talan er um Silvurdrong, Die Færøsche Polka Band, Himmerland og üBERNøRD. Samanlagt 40 nøvn framføra í Syðrugøtu í juli

Fjøllistamaðurin Silvurdrongur á G! fyri nøkrum árum síðani

Fjøllistamaðurin Silvurdrongur á G! fyri nøkrum árum síðani

2024-06-05 10:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu mánaðirnar eru tey, sum fara at framføra á G! í ár, kunngjørd. Nú hevur festivalurin kunngjørd tey seinastu fýra nøvnini av teimum í alt 40. Hesi skulu á pall í Gøtu dagarnar 18.-20. juli.

Silvurdrongur

Tá ið Silvurdrongur kom á banan visti tú skjótt, at her var ein av hasum heilt serligu, sum tú um 20 ár enn fert at práta um.

Ein slóðbrótandi yrkjari, rappari og fjøllistamaður, sum stillisliga hevur brotið mørk við sínum tónleiki og sjónbondum. Føroyska málið verður brúkt til fulnar, og rapphátturin er ikki ein roynd at vera sum nakar annar. Silvurdrongurin er bara púra sín egni.

Framførslan á G! verður sanniliga nakað heilt serligt, tí júst tá kemur nýggja heildarútgávan "nú æt eg eftir ánni” út.


Himmerland (DK/FO/SE/SCO)

Fólkatónleikarabólkurin Himmerland er sum ferðafuglurin - hin gamli vinurin, ið kemur aftur á vitjan.

- Hettar er undurfullur fólkatónleikur, sum blandar gamlar danskar vísur við lívligt fiólspæl og fría framførslu. Konsertin er fingin í lag í samstarvi við Summartónar, sum hvørt ár gevur eitt sera gott íkast til skránna á G!.


Die Færøsche Polka Band

"Tað skuldi bert verða eitt tónleikabrot til eina veitslu" - soleiðis byrjaði tað.

Burtur úr hesi tilvild spratt messingbólkurin Die Færøsche Polka Band, sum megnar at lata allan hugsandi tónleik í knæbuksur og tyrolarahatt.

Og hvar fara tey at spæla? Tað vita vit við vilja ikki enn! tí hettar verða støkk upp konsertir, sum fara at spreiða gott lag ymsastaðni á økinum.


üBERNøRD

üBERNøRD bjóðar inn til rimmar dansiveitslu, har tínar iljar verða kitlaðar við einum tølandi miksi av disko og tess mongu síðugreinum. Feitar rútmur, funkuttir klassikkarar og góður hýrur.

Hesi 40 spæla á G! 2024: Highasakite (NO), Of Monsters and Men (IS), Eivør (FO), Teitur (FO), Swangah (FO), Jamie Grey (UK), The Longest Johns (UK), Specktors (DK), Omar Souleyman (SY), JJ Paulo (DK/TZ), Personal Trainer (NL), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Enekk (FO), Plúmm (FO), Dania (FO), Alice Boman (SE), Rangar Finsson (FO), GRÓA (IS), Das Body (NO), Einangran (FO), Konsørn (FO), Jógvan (FO), Elinborg (FO), Alias Morera (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Sound of the Damned (GL) Nelly Moar (NO) Playmo (FO), Silent Disco Club (NO) Spælimenninir (FO) DJ Quien (BO/DE) Samba Touré (ML) James Blames (SCO/FO) Songs From Tin Pan Alley (DK) Silvurdrongur (FO) Himmerland (DK/FO/SE/SCO) Die Færøsche Polka Band (FO) og üBERNøRD (FO).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder