Framsókn fer til fólkatingsval undir slagorðinum ”Føroyar sjálvar - heldur enn hálvar”.
Framsókn hevur ikki, sum hinir flokkarnir, lagt fram sína valskrá á tíðindafundi, men kunngjørdi fyrrapartin ætlan sína í eini fráboðan á Facebook.
Tríggjar kvinnur og tríggir menn eru á listanum hjá Framsókn, teirra millum bæði landsstýrisfólkini og báðir tinglimirnir. Alt fólk, ið fyrr hava stillað upp fyri flokkin. Tey eru: Bjarni K. Petersen, Hanna Jensen, Høgni Reistrup, Súsanna Olsen, Poul Michelsen og Ruth Vang.
Aðalmálið hjá Framsókn á fólkatingi er at rudda slóð fyri, at Føroyar fáa fult ræði á uttanríkispolitikkinum og kunnu reka henda á egnum grundarlagi, skrivar flokkurin og heldur fram:
- Føroyar og Danmark hava ikki somu mál altjóða, og tí er tað ein stór andsøgn, at okkara uttanríkispolitikkur framhaldandi verður stýrdur úr Danmark. Verandi støða ger, at Føroyar aftur og aftur renna seg í avbjóðingar á uttanríkispolitiska økinum. Tí bjóðar Framsókn seg fram at gera sjónligar tær ítøkiligu og afturvendandi avmarkingarnar, sum eru í verandi skipan við Danmark.
Mál, sum vera nevnd, eru at arbeiða fyri fullgildum limaskapi í altjóða felagsskapum og samgongum, so sum Norðurlandaráðnum, Arktiska Ráðnum, WTO, IMO og rættinum at gera altjóða avtalur og sáttmálar.
Harafturat peikar Framsókn á fleiri økir, har danir í dag leggja forðingar fyri føroyingum í altjóða samstarvi, og hetta ætlar flokkurin at vísa teimum á. Tey kalla tað at virka fyri einum ”virðiligum og tíðarhóskandi” samstarvi við Danmark.
Eisini vísir flokkurin á, at føroyingar brúka óneyðuga orku til at tulka grundlóg og løgfrøði í altjóða viðurskiftum – alt orka, sum kundi verið brúkt til virðiligt samstarv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald