Innanlands

Seks starvsfólk heiðrað fyri trúgva tænastu hjá Tvøroyrar kommunu

Fríggjadagin varð skipað fyri móttøku í Ítróttardeplinum í Trongisvági, har borgarstjórin takkaði starvsfólkunum, sum øll hava starvast millum 15 og 40 ár hjá kommununi

Aftast, frá v. Martin Øster, Birgir Dimon, Kristin Michelsen, Anfinn H. Leo. Fremst frá v. Óluva Joensen, Joan Eidesgaard, Eyðvør Jacobsen (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

Aftast, frá v. Martin Øster, Birgir Dimon, Kristin Michelsen, Anfinn H. Leo. Fremst frá v. Óluva Joensen, Joan Eidesgaard, Eyðvør Jacobsen (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2024-11-10 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin skipaði Tvøroyrar kommuna fyri móttøku í kantinuni í Ítróttardeplinum í Trongisvági í sambandi við, at seks starvsfólk vórðu heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu hjá kommununi.

Kristin Michelsen, borgarstjóri, takkaði starvsfólkunum fyri teirra trúgvu og góðu tænastu hesi seinastu, mongu árini, og starvsfólkini fingu handað gávukurv og gávukekk, skrivar kommunan.

Tey, sum vórðu heiðrað, vóru:

  • Joan Eidesgaard, starvast í 15 ár í barnaansingini í Mýrufípuni.
  • Eyðvør Jacobsen, starvast í 15 ár í barnaansingini í Mýrufípuni.
  • Martin Øster, starvast 20 ár sum húsavørður í Trongisvág- og Tvøroyrar Skúla.
  • Anfinn H. Leo, sløkkiliðsmaður í 20 ár hjá Tvøroyrar sløkkiliði.
  • Birgir Dimon, sløkkiliðsmaður í 40 ár hjá Tvøroyrar sløkkiliði.
  • Óluva Joensen, undirvíst í veving í 40 ár hjá Tvøroyrar kvøld og frítíðarskúla.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder