Kanning hjá The Journal of Family Medicine and Primary Care vísir, at vandi kann verða bundin at tí at taka eina selfie.
Kanningin vísir, at síðani 2011 hava 259 fólk kring heimin latið lív, tá tey hava tikið eina selfie. Tað skrivar CNN.
Kanningin vísir, at tað er í India, at flest fólk doyggja av at taka selfies, meðan Russland, USA og Pakistan eru næstu lond á listanum. Av teimum 259 fólkunum, sum hava latið lív síðani 2011 eru 159 teirra deyð í India.
Mest útbreiddi mátin at doyggja tá ein tekur eina selfie, er við at drukna. Hetta er eitt nú, tá fólk verða skolaði burtur frá landi av eini bylgju, ella tá fólk detta av bátum, tá tey vilja taka tí heilt røttu myndina.
Næst mest útbreiddi mátin, er tá fólk royna at taka eina selfie í samband við transport. Tað er t.d. tá fólk royna at taka eina mynd frammanfyri einum koyrandi toki.
Triðja mest útbreidda orsøkin er at fólk detta av høgum plássum, og selfies, har eldur er uppi í leikinum. Kanningin sigur eisini, at átta fólk lótu lív, tá tey vildu taka eina selfie saman við dýrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald