2018-11-16 22:12
Semja er í dag undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Føroya skipara og navigatørfelag um navigatørar við Strandfaraskipum Landsins fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.
Eftirlønin hækkar frá 11% til 13% og lønin hækkar 0,5% tann 1. oktober 2017. Tann 1. oktober 2018 verða broytingar gjørdar í lønartalvuna.
Umframt lønarhækkingar og broytingar av lønartalvum eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum, m.a. nýggjar ásetingar um barsil, viðvíkjandi dokking uttanlanda og skipan fyri navigatørar uttan gildugt vinnubræv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald