Uttanlands

Semja um at vápnahvíld í Svartahavi

Eisini er semja millum Ukraina og Russland um at steðga álopum á orkuundirstøðukervi

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2025-03-25 16:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur USA havt samráðingar við Russland og Ukraina hvør sær, og nú er semja funnin millum Russland og Ukraina um at tryggja skipaferðsluna í Svartahavinum, boða Hvítu Húsini frá.

Ukrainski verjumálaráðharrin sigur at umframt vápnahvíldina á sjónum er semja funnin um at steðga álopum á orkuundirstøðukervi.

Tað er eisini ætlanin hjá USA at hjálpa russiska landbúnaðinum við at fáa atgongd aftur til altjóða marknaðir, og seta gongd aftur í russiska útflutningin av tøð, sum hevur verið raktur av revsitiltøkum frá fleiri londum, síðan kríggið í Ukraina byrjaði.

USA fer framhaldandi at samráðast við báðar partar, upplýsa Hvítu Húsini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder