Innanlands

Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg við í avtaluni

Hetta er fyrstu ferð, at hesin felags leisturin er nýttur. Endamálið við avtaluni er at røkka einum støðugum og burðardyggum lønarvøkstri

Í dag undirskrivaðu 12 fakfeløg avtalu við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm. Partarnir eru samdir um, at lønarkarmurin fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2025 til 30. september 2026 er 3,87 prosent (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í dag undirskrivaðu 12 fakfeløg avtalu við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm. Partarnir eru samdir um, at lønarkarmurin fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2025 til 30. september 2026 er 3,87 prosent (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-05 18:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag undirskrivaðu 12 fakfeløg avtalu við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm. Partarnir eru samdir um, at lønarkarmurin fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2025 til 30. september 2026 er 3,87 prosent

Hetta er fyrstu ferð, at hesin felags leisturin er nýttur.

Í oktober 2025 varð arbeiðsbólkur settur við endamálinum at áseta ein felags lønarkarm.

Ein samdur arbeiðsbólkur mælti til, at grundarlagið fyri lønarkarminum er miðal produktivitetsvøksturin undanfarnu 5 árini og miðal prísvøkstur 3 ár aftur. Eisini mælti bólkurin til tillagingar í mun til lønarvøksturin á privata arbeiðsmarknaðinum, fyri at taka hædd fyri útboð og eftirspurningi á arbeiðsmarknaðinum.

Partarnir eru samdir um at tillaga karmin árliga við at knýta lønarvøksturin eftir hesi avtalu til lønarkamin á privata arbeiðsmarknaðinum. Karmurin fyri 1. oktober 2026 til 30. september 2027 verður ásettur fyrst í oktober 2026, tá nýggjastu tølini eru tøk.

Endamálið við avtaluni er at røkka einum støðugum og burðardyggum lønarvøkstri.

Hesi fakfeløgini eru við í avtaluni um felags lønarkarm:

Starvsfelagið, Akademikarafelag Føroya, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Yrkisfelagið Miðnám, Farmakonoma, Kost- og Føðslufelagið, Yngri læknar Føroyar, Heilsurøktarafelagið, Føroyskir Fysioterapeutar, Føroya Tekniska Lærarafelag, Ljósmøðrafelag Føroya og Pharma Danmark.

Fíggjarmálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder