Uttanlands

Semja um fríhandilsavtalu millum ES og Indonesia

Talan er um eina politiska avtalu, sum er eitt avgerandi stig í tilgongdini at fáa eina avtalu endaliga uppá pláss í september

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen (Mynd: EPA)

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen (Mynd: EPA)

2025-07-14 07:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Semja er millum ES og Indonesia um at samráðast víðari um eina fríhandilsavtalu, boðaðu ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen og indonesiski forsetin, Prabowo Subianto frá sunnudagin.

Talan er um eina politiska avtalu um at økja handilssamstarvið, sum er eitt avgerandi stig í tilgongdini at fáa eina avtalu endaliga uppá pláss í september.

Avtalan millum ES og Indonesia verður nevnd Cepa, sum er ein stytting fyri "Comprehensive Economic Partnership Agreement", og skal hon m.a. slóða fyri samstarvi um týðandi ráevni, skrivar Ritzau

Avtalan kemur í einari tíð við stórum ótryggleika viðvíkjandi altjóða handilsviðurskiftum, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump hevur boðað frá, at hann fer at leggja hægri toll á vørur úr fleiri londum. M.a. hevur Trump boðað frá, at 30 prosent verður lagt á vørur úr ES frá 1. august. ES hevur tí roynt at bøta um viðurskiftini við aðrar samstarvsfelagar.

Indonesia hevur 285,7 milliónir íbúgvar, sum er 4. størsta fólkatalið í heiminum. ES hevur 450 milliónir íbúgvar.

Les eisini: Trump: Tollurin á ES-vørur verður 30 prosent


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder