placeholder
Innanlands

Semja um handverkarasáttmálan

Lønarhækkingin er 2,59 prosent frá 1. oktober í ár og 2,56 prosent frá 1. oktober í 2019

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

2018-10-10 18:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnapartin í dag góðtóku Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Landsfelag Handverkaranna og Føroya Handverkarafelag hinumegin semingsuppskotið, sum Terje Sigurðsson, semingsmaður, legði fram.

Lønarhækkingarnar, sum avtalaðar eru, eru hesar: 
1. oktober 2018        2,59%
2. oktober 2019        2,56%

Umframt lønarhækking er viðbótin fyri 3. ára starvsaldur á 1,6% hækkað við 0,9%, og er nú 2,5%. Flestu handverkarar við 3. ára starvsaldur fáa í dag eina viðbót omaná grundløn sína, sum er hægri enn 2,5%. Í tann mun arbeiðsgevari rindar meira enn 2,5% í viðbót, hevur hann ikki skyldu at rinda hækkingina á 0,9%.

Dagliga arbeiðstíðin er víðkað 1 tíma soleiðis, at til ber at arbeiða til vanliga løn frá kl. 06.00 á morgni til 18.00 á kvøldi. Hetta merkir, at tímin millum kl. 06.00 og 07.00 á morgni nú kann arbeiðast fyri vanliga løn, heldur enn fyri 100% í yvirtíð.

Eftirløn í  lærlingasáttmálanum er hækkað frá 7,5% til 13%.

Lønin til lærlingar hækkar við 5% av sveinalønini 3. og 4. árið. Lærlingalønin verður:

1. árið 35% av sveinalønini
2. árið 40% av sveinalønini
3. árið 50% av sveinalønini
4. árið 60% av sveinalønini
5. árið 70% av sveinalønini

Samlaði útreiðslukarmurin er sostatt 5,82%, sum er á sama støði, sum aðrar semjur í hesi samráðingarrunduni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder