2020-12-04 12:50

Í gjár skrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag undir semju um nýggjan sáttmála fyri dagrøktarar, boðar Kommunala arbeiðsgevarafelagið frá í tíðindaskrivi.
Sáttmálin millum partarnar gekk út 1. oktober í fjør.
Talan er um eina 2 ára semju við lønarhækkan samsvarandi tí hjá øðrum dagrøktarum á kommunala økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald