Mentan

Senda beinleiðis úr VB-húsinum aftur í kvøld

Skipa fyri kvøldsetu, ið kann upplivast beinleiðis á netinum

2020-03-31 09:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld verður aftur møguleiki at uppliva beinleiðis kvøldsetu úr VB-húsinum í Vági.

Í seinastu viku royndu tey, at senda beinleiðis kvøldsetu fyrstu ferð. Undirtøkan vísti seg at vera góð, og nú verður so sent aftur, og nú hevur verið arbeitt við ljóðinum og myndagóðskuni, soleiðis at góðskan vónandi verður væl betri. 

Á skránni verur sangur og tónleikur og prát. Tónleikararnir Ingi Poulsen, Dagfinn Olsen, Hjalmar Magnussen og Hans Jacob Hjelm fáa í kvøld vitjan av Ásgerð Olsen og Rúna í Lágabø, sum eisini fara at framføra. Eisini verður prát við gestirnar.

Seinasti parturin av kvøldinum verður opin fyri lurtaraynskjum. Her vóna fyrireikararnir, at lurtarar skriva inn og ynskja føroyskar sangir ella sangir, ið vanliga verða sungnir til veitslur og annars hugnalig høvi.

Tiltakið, ið nevnist Korona-hugnaløta í VB-húsinum, hevur ein vanga á Facebook og verður sent umvegis hesa síðuna. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder