Sendimaðurin hjá Myanmar til Bretlands, sleppur ikki inn á sendistovuna í London meira. Tað boðaði hann frá í gjár.
Varasendiharrin á sendistovuni skal hava læst Kyaw Zwar Minn úti, og skal sjálvur hava tikið leiðsluna á sendistovuni vegna hernaðarstýrið í Myanmar, skrivar Reuters.
Hetta er hent eftir at Kyaw Zwar Minn hevur sagt seg vera ósemdan við hernaðarstýrið, sum tók valdið í asiatiska landinum á einum hernaðarkvetti 1. februar.
Síðan hevur herurin sligið alla mótstøðu í landinum harðliga niður.
Sendiharrin í London hevur seinastu vikuna sagt seg vera ósamdan við hernaðarstýrið, og hevur heitt á herleiðsluna um at lata landsins veruliga leiðara, Aung San Suu Kyi, leysa.
- Eg eri útilæstur, segði Kyaw Zwar Minn við Reuters tíðindastovuna í gjár uttan fyri sendistovuna í miðbýnum í London.
- Hetta er eitt slag av einum kvetti – mitt í London. Tey hava hersett bygningin hjá mær, segði hann og legði afturat, at hann var í sambandi við bretska uttanríkisráðið um støðuna.
Diplomatiskar keldur í London við kunnleika um støðuna siga fyri Reuters, at varasendiharrin Chit Win nú er almennur charge d’affaires hjá Myanmar í London.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald