Innanlands

Sendistovurnar í Ísrael og Russlandi óynsktar

Flestu føroyingar halda, at sendistovurnar í krígsførandi londunum eiga at lata aftur

Føroyska sendistovan í Tel Aviv (Mynd: Uttanríkisráðið)

Føroyska sendistovan í Tel Aviv (Mynd: Uttanríkisráðið)

2024-05-21 17:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Næstan helmingurin av føroysku veljarunum halda ikki, at Føroyar skulu hava sendistovu í Ísrael og ein góður helmingur heldur ikki, at vit skulu hava sendistovu í Russlandi.

Tað er úrslitið av eini kanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin herfyri.

Í kanningini, sum varð gjørd 7. mai, vórðu veljararnir bidnir um at geva til kennar sína meining um fylgjandi spurningar:

“Skulu Føroyar framhaldandi hava eina sendistovu í Ísrael?” og “Skulu Føroyar framhaldandi hava eina sendistovu í Russlandi?”.

Og úrslitið er rættiliga greitt, tí nógv tey flestu svaraðu nei til báðar spurningarnar.

Mest greitt var úrslitið viðvíkjandi sendistovuni í Russlandi:

52 prosent svaraðu nei, 29 prosent ja og 18 prosent svaraðu ‘veit ikki’.

Viðvíkjandi Ísrael vóru tað 46 prosent, sum søgdu nei, 35 prosent ja og 19 prosent søgdu seg ikki vita.

Um vit hyggja eftir hvar svarini standa politiskt, so svaraðu 74 prosent av samgonguveljarunum, at vit ikki skulu hava eina sendistovu í Russlandi og tilsvarandi svar viðvíkjandi Ísrael var 70 prosent.

Hinvegin er tað ein góður helmingur av andstøðuveljarunum, 54 prosent, sum vilja varðveita sendistovuna í Ísrael og tilsvarandi 42 prosent í Russlandi.

Fólkafloksveljarar siga greitt ja - tjóðveldis- og javnaðarveljarar nei

Hyggja vit eftir teimum einstøku flokkunum, so sæst, at knappir tveir triðingar av veljarunum hjá Fólkaflokkinum taka undir við framhaldandi at hava føroyska sendistovu í Ísrael. Viðvíkjandi Russlandi eru fólkafloksveljararnir meira javntbýttir fyri og ímóti.

Sambandsveljararnir eru teir, sum eru mest í iva viðvíkjandi Ísrael, tí teirra hugburður býtir seg í trýggjar næstan eins stórar triðingar – ja, nei og veit ikki. Viðvíkjandi Russlandi er støðan meira greið har knappur helmingur svarar nei og knappur triðingur ja.

Javnaðarveljararnir eru mest greiðir viðvíkjandi sendistovuni í Russlandi. 70 prosent av teimum halda at sendistovan í Moskva skal latast aftur. Viðvíkjandi Ísrael er greiður meiriluti ímóti sendistovuni, men ikki eins stórur.

Tjóðveldisveljararnir eru mest greiðir viðvíkjandi sendistovuni í Ísrael. Tríggir fjórðingar av tjóðveldisveljarunum halda ikki, at Føroyar framhaldandi skulu hava sendistovu í Ísrael. Viðvíkjandi Russlandi er næstan líka stór undirtøka fyri at gevast við sendifólkatænastu har.

Hjá teimum smáu flokkunum, er tað meira ivasamt í slíkum spurningum, tí óvissan verður so stór. Men kanningin vísir, at næstan tríggir fjórðingar av framsóknarveljarunum halda ikki, at okkum tørvar sendistovu í Rusalandi, og viðvíkjandi Ísrael eru tey knappir tveir triðingar.

Miðflokkurin er – næstan – hundrað prosent fyri at halda fram við føroysku sendistovuni í Ísrael. Viðvíkjandi Russlandi eru miðflokkaveljararnir eisini fyri, men ikki eins nógv sum fyri Ísrael.

500 veljarar svaraðu spurningunum, ið vórðu settir týskvøldið 7. mai.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder