Innanlands

Sera væleydnað Pre-Royal Run

Dagstovnarnir í Norðoyggjum skipaðu fyri árliga barnafagnaðinum í Klaksvíkar kommunu í gjár

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-05-29 21:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Dagstovnarnir í Norðoyggjum skipaðu fyri árliga barnafagnaðinum í Klaksvíkar kommunu í gjár. Barnafagnaðurin er fastur táttur hjá dagstovnunum, og í ár var evni: Royal Run, sum kunnugt fer av bakkastokki nú leygardagin.

Ársins tema, Royal Run, væl upplagt, eftir sum at Føroya størsta heilsutiltaki verður seinni í vikuni, nemliga 1. juni á Norðoyastevnu. Royal Run verður skipað undir heitinum ”Bevæg dig for livet”, og nemliga tí er Royal Run ikki nøkur kapping um bestu tíðina, men ein heilsu og rørsluátak, har øll kunnu luttaka, børn sum gomul, og roynd sum óroynd, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Sum siðvenja er, byrjaði barnafagnaðurin við skrúðgongu frá politistøðini og til posthúsið, har steðga varð á, og síðani var gjørt klárt at renna niðan á Djúpumýru. Einki var at ivast í, at elstu børnini gjørdi seg til reiðar at kappast, og stillaðu seg fremst, saman við KÍ leikaranum, Steinbjørn Olsen, sum arbeiðir í útibarnagarðinum Fjallafípan. Komin niðan á vøllin fingu øll børnini eina medalju um hálsin, við góðari hjálp frá serbreytini á Tekniska Skúla, og fittar konur frá barnatannrøktini deildu frukt út til røsku børnini.

Tá øll børnini vóru komin uppá pláss, var felagssangur og undirhald við BuBu á skránni. Børnini sungu fyrst onkran kendan sang, áðrenn Bubu spældi nøkur av sínum kendu løgum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder