Uttanlands

Serfrøðingar hava at donsku korona-ætlanini

Mælir heldur at loyva smittuni at spjaða seg spakuliga enn at steingja alt samfelagið av

Christine Stabell Benn (Mynd: dr.dk)

Christine Stabell Benn (Mynd: dr.dk)

2020-10-26 13:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú Danmark setir nýggj herd krøv í gildi til tess at fáa smittutølini niðuraftur, eru tað eisini serfrøðingar, sum seta spurnartekn við ætlanirnar hjá donsku stjórnini.

Ein teirra er Christine Stabell Benn, farsóttarfrøðingur og professari á Syddansk Universitet.

Umframt at óttast fyri búskaparligu avleiðingunum av stongslinum, so óttast hon eisini fyri hvørjar avleiðingar hetta fær á kropsligu og sálarliga heilsuna hjá fólki.

- Eg eri í iva um, hetta er rætti vegurin, tí ógvusligu tiltøkini hava ein prís, sigur hon við Danmarks Radio.

Les eisini: Herd tiltøk í Danmark: Krav um munnbind á øllum almennum støðum

Sambært henni er tað ikki eitt mál at sleppa undan allari smittu í samfelagnum til tað er komin ein koppseting móti smittuni.

Tað kunnu ganga fleiri ár áðrenn ein brúkiligur vaksina er tøk. Og tað kann ganga enn longur til ein vaksina er funnin at geva børnum og ungum, sigur Christine Stabell Benn, ið er serfrøðingur í júst vaksinum.

- Eg haldi ikki, at vit fyribils koma fram til eina vaksinu, sum vit kunnu geva børnum og ungum. Hesin bólkurin er frammanundan ikki í serligum vanda fyri at fáa álvarsliga covid-19-sjúku, og tí er stórur vandi í at geva teinum eina vaksinu, har vit ikki kenna tey fullu hjárinini, sigur hon.

Lat farsóttina spjaða seg spakuliga
Hon mælir heldur til at lata farsóttina fáa loyvi til at spjaða seg meðan ansað verður serliga eftir teimum eldri og sárbæru, eitt nú við at gera nógv fleiri kanningar av teimum, sum arbeiða í eldrarøktini.

- Eg haldi, at besti vegurin at ganga er friðarliga at uppbyggja ein betri flokksórin. Eg veit, tað er tað skeiva orðið at brúka, men vit mugu hugsa tann vegin, sigur hon.

Hon stuðlar seg til Great Barrington-kunngerðina, sum yvir 40.000 serfrøðingar innan heilsurøktina hava skrivað undir.

Hon vísir á, at tað verður kostnaðarmikið at halda virusinum heilt burtur. Kostnaðurin verður eitt nú økt deyðatal og mist útbúgvingarár.

Christine Stabell Benn mælir eisini til, at flokka tey, ið eru testað positiv. Kannast eigur eftir, hvussu nógv virus er í hálsinum í staðin fyri at øll, ið verða skrásett positiv verða avbyrgd og send heim frá arbeiði og skúla.

- Eg hevði væl torað at lati tey, sum hava ógvuliga lítið virus í hálsinum leys í hesum førinum. Bara tey ikki hava størv, har tey skulu taka sær av veikum fólkum, sigur hon.

Kann gerast dýrt í framtíðini
Christina Stabell Benn er ikki einasti danski serfrøðingurin, sum ber hugtakið floksórin, ella floksimmunitet, upp á mál nú.

Joachim Hoffmann-Petersen, yvirlækni og formaður fyri donsku intensivlæknarnar, dylir ikki fyri, at tað er trupult at meta um hvussu smittan verður í framtíðini.

Um tað fyri tað mesta eru sunn og røsk fólk, ið verða rakt av smittuni, so megnar heilsuverkið at taka sær upp í tí tvífalda av verandi støðu. Tí tey ungu smittaðu enda ikki á sjúkrahúsunum.

- Tað er eydnast kommununum at halda smittuni burtur frá teimum eldru og teimum kronisk sjúku, vísir Joachim Hoffmann Petersen á.

Tað hann óttast fyri, er hvat heilsuverkið megnar í framtíðini.

- Eg óttist fyri, at heilsuverkið verður undirfíggjað tey komandi árini í mun til tørvin, og at vit harvið koma at senda ovurstórar rokningar til næsta ættarliðið, sigur hann við Danmarks Radio.

Óttast italsku støðuni
Sambært honum er tað bláoygt at halda, at øll kunnu bjargast – og tað fer at kosta í framtíðini.

- Vit hava altíð raðfest. Vilja vit ikki tað, so er tað eisini ein raðfesting. Um allir koronasjúklingar skulu bjargast, so eru tað onnur, ið ikki verða bjargað, vísir hann á.

Ræðumyndin er Italia í vár, og tey nógvu túsund deyðu orsaka av, at heilsuverkið ikki megnaði uppgávuna.

- Fólk eru sansaleyst bangin eftir tað, sum hendi í Italia, og vit óttast líkjandi støðum herheima, sigur Christine Stabell Benn.

Og Joachim Hoffmann Petersen er samdur:

- Tað eru nógv, sum hava havt koronaræðslu hesar seinastu mánaðirnar. Tey óttast korona, og tey óttast at doyggja. Just nú eru tað tó ógvuliga, ógvuliga fá, sum doyggja av korona, og tí er tað mesta av hesum ótta óneyðugur, sigur hann.

Í Danmark var deyðstalið fyrstu 30 vikurnar í ár tað lægsta síðan 2016.

Hóast dátur vísa á, at Danmark er langt frá italskum umstøðum, so er trupult at koma fram við áskoðanum, sum Christina Stabell Benn nú vísir á.

Hon hevur fingið hóttanir av ymsum slag fyri sínar áskoðarnir, er kallað ómenniskjalig og hevur fingið at vita, at hon beinanvegin kann fara í gongd við at grava fyri fyrstu hópgrøvunum, sum gerast neyðugar, um hon fær rætt.

- Soleiðis er stemningurin viðvíkjandi koronavirus. Tað er sera spell fyri vísindaliga kjakið, sum eg fegin vildi fingið á rætta kós aftur. Tað er tí eg stingi nøsina fram, og sigi hetta, hóast eg veit, at eg fái hópin av lúsingum fyri hetta, sigur Christina Stabell Benn við Danmarks Radio.

Í gjár vórðu 945 nýggir tilburðir við korona staðfestir í Danmark. Men hetta merktist ikki aftur í eini øking av innleggingum ella talinum av deyðum við korona, skrivar dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder