Serfrøðingar við í samráðingarnar

Tey komu gjøgnum øll punkt í samgongusamráðingunum í gjár. Í dag koma umboð fyri Landsbankan og Fíggjarmálaráðið at greiða frá, hvørjar avleiðingar kunnu vera av teimum politisku avtalum, sum samráðst verður um í hesum døgum

Aksel V. Johannesen kom í løgtingið klokkan níggju í morgun at halda fram við samgongusamráðingunum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen kom í løgtingið klokkan níggju í morgun at halda fram við samgongusamráðingunum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-15 09:39 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Um níggjutíðina í morgun komu fólk aftur løgtingið í samband við samráðingar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn at skipa nýggja landsstýrissamgongu.

Í gjár varð komið gjøgnum øll punktini, 13 punkt sigur Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari. Og í morgun verður fyrst drigið saman um tað, sum komið varð fram til í gjár.

Eftir ætlan skulu umboð fyri fyrst Landsbankan og síðan Fíggjarmálaráðið koma á fund at greiða frá, hvørjar avleiðingar væntandi kunnu standast av teimum avtalum og politiskum inntrivum, sum mann tosar um at gera.

Aksel V. Johannesen sigur við Portalin, at tað er skilagott at taka serfrøðingar við upp á ráð, soleiðis at mann við rímuligari vissu kann vita, um tað yvirhøvur ber til at gjøgnumføra tær ætlanir, ið mann semist um politiskt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder