placeholder
Uttanlands

Serfrøðingur: Spurningurin um fosturtøku kann gerast næsta stóra málið í USA

Nú Kavanaugh er góðkendur, hevur hægstirættur ein konservativan meiriluta

2018-10-07 11:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð Brett Kavanaugh góðkendur sum hægstarættardómari av senatinum. Hetta merkir, at hægstirættur nú hevur ein konservativan meiriluta.

Sambært Anders Pedersen, ið hevur ábyrgdina av kongressen.com, ið er ein netmiðil um amerikanskan politikk, kann fosturtøka gerast tað næsta stóra málið í USA.

Demokratar stúra fyri, at "Roe v. Wade"-avgerðin frá 1973, ið gav kvinnum í USA rætt til fosturtøku, kann koma í vanda, nú hægstirættur hevur fingið ein konservativan meiriluta.

"Mann væntar, at hægstirættur fer at taka støðu til avgerðina frá '73. Um hon skal endurskoðast, fer tað at hava stóran týdning fyri amerikanskar kvinnur," sigur Anders Pedersen við DR.

Brett Kavanaugh skal nú starvast saman við fýra liberalum hægstarættardómarum og fýra øðrum konservativum. Sambært Anders Pedersen kann tann konservativi dómarin John Roberts vera avgerandi. Í sambandi við Obamacare (heilsuábótin hjá Obama frá 2010), atkvøddi hann saman við teimum liberalu fyri Obamacare, so tað verður áhugavert at síggja, um hann fer at taka undir við teimum liberalu ella teimum konservativu, tá tað kemur til eitt nú fosturtøku, sigur hann.

Les eisini: Brett Kavanaugh útnevndur til hægstarættardómara

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder