Mentan

Sermerktasta djúpa røddin í føroyskum tónleiki er tagnað

Tónleikarin Kaj Klein farin, 61 ára gamal

2019-08-27 08:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein av Føroya mest sermerktu tónleikarum, vestmenningurin Kaj Klein, er deyður, 61 ára gamal.

Tað boðar familjan hjá Kaj frá á sosialu miðlunum. Kaj doyði í heimi sínum í Danmark meðan konan, listakvinnan Elin Josefina Smith, sat hjá.

Kaj Klein var vestmenningur, og hevur síðan tíðliga í áttatiárunum búð í Danmark, og tað er har hann hevur virkað sum tónleikari, upprunaliga saman við yngra beiggjanum, Kai Anton, sum doyði í 2006, einans 45 ára gamal.

Kaj og Karl Anton vóru oddamenn í bólkinum Plastnoist, sum spældi harðan rokk, nærmast at líkna við punk. Plastnoist gav út tvær útgávur har almenningurin lærdi tann heldur skitna tónleikin og sera djúpu røddina hjá Kaj meira at kenna, hóast pláturnar ikki vórðu nógv spældar í føroyskum útvarpi.

Kaj hevur givið út tvær solofløgur, eitt nú trýfaldu fløguna ’Úr Maskinrúminum’ frá 2009 við yrkingum eftir Tóroddi Poulsen, sum Kaj setti løg til. Tað vil siga – á triðju fløguni er talan um upplestur.

Seinasta fløgan frá Kaj Klein var ’Í andglettinum’ frá 2012.

Í januar mánaði í ár var Kaj á konsertferð í Føroyum og helt konsertir í Sjónleikarhúsinum í Havn, í Tøting í Gøtu og á Maggies í Nólsoy.

Maggies legði tá út upptøkur frá konsertini:

 

Tónleikararnir á konsertini eru Janus Kampmann á guittara, Karl Andrias Stórá á bassi, Per Ingvaldur Højgaard Petersen á trummum og Knút Háberg Eysturstein á tangentum.

Í sambandi við konsertirnar í januar vitjaði Kaj Klein og Janus Kampmann í útvarpsstovuni hjá Leivi Thomsen og Tróndi Vatnhamar.

 

Í hesi samrøðuni greiðir Kaj Klein millum annað frá, hvussu hann var plágaður av pínu eftir at hava verið úti fyri eini ferðsluóhappi. Tann samrøðan kann hoyrast her.  

(Tekstur broyttur kl. 09.37)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder