Innanlands

Setrið skipar fyri ráðstevnu um vísindi og list

Almenn ráðstevnan "Mørk og vegir millum vísindi og list" um útbúgving í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya verður í døgunum 6. og 7. desember

2018-11-28 09:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrireikingarnar til eina útbúgving í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum eru komnar væl áleiðis. Fyri at gera vart við hugsanir, sum eru knýttar at einari slíkari útbúgving, skipar Fróðskaparsetrið fyri almennari ráðstevnu við heitinum “Mørk og vegir millum vísindi og list”.

Evnið á ráðstevnuni verður í fyrra lagi, hvussu listaligt og vísindaligt arbeiði á ymsan hátt kunnu umskarast og ávirka hvørt annað. Í øðrum lagi verður spurt, um arbeiðshættirnir í vísindum og list eru fullkomiliga ymiskir, sum olja og vatn, og ikki kunnu renna saman. Undir hesum yvirskipaða evni eru knýttir spurningar um listaliga skapan, listaliga útbúgving og tilgongdina frá hugskoti/kenslum til liðugt listaverk. Hugt verður eisini eftir, hvønn leiklut ein útbúgving í listaligum arbeiði kann fáa í samfelagsligum høpi, skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuni.

Umframt føroysk listafólk og granskarar luttaka Ursula Andkjær Olsen, yrkjari og rektari á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn, Rolf Hughes, sum starvast á universitetinum í Newcastle og hevur ein ph.d. í creative writing frá University of East Anglia, Ivar Frounberg, komponistur og í mong á professari á Norges Musikkhøgskole í Oslo.

Freistin fyri tilmelding er 4. desember. Ráðstevnan verður hildin í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju 15.

Sí skrá á heimasíðuni hjá Setrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder