Nýtt spreingimet varð í farnu viku sett í arbeiðinum at gera Eysturtunnilin. Eysturoyarmegin sprongdu teir 101 metrar, sum er met har. Á Hvítanesi var eitt stórt vendipláss sprongt. Tá má tunnilin spreingjast í tveimum, av tí hann er um 20 metrar breiður har hann er breiðastur.
159 metrar vórðu sprongdir í farnu viku, og tilsamans eru nú sprongdri 7.929 metrar av teimum 11.250 metrunum í Eysturoyartunlinum.
Á Hvítanesi vórðu sprongdir 58 metrar. Har eru íalt sprongdir 3.733 metrar frá Streymoyarlandinum.
Frá rundkoyringini og ímóti Hvítanesi vórðu sprongdir 57 metrar, so at har eru tilsamans sprongdir 1.359 metrar, meðan 44 metrar vórðu sprongdir frá rundkoyringini móti Rókini, so at har eru tilsamans sprongdir 1.171 metrar, skrivar P/F Eysturoyartunnilin á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald